shadow_left
Logo
Shadow_R
   
Skeið í starvssetan & samrøðuteknikki

Tryggja tær røttu starvsfólkini
Nógvar kanningar vísa, at setan av skeivum starvsfólki, er ein dýrur lærdómur fyri virkir og stovnar. Ein norsk kanning vísir at 4 av 10 fyritøkum, meta, at skeivar starvssetanir kosta fyritøkuni millum 250.000 og 500.000 kr. 

Ongin ivi er tí um, at tað loysir seg hjá virkjum og stovnum, at hava eitt støðugt fokus á menning av setanartilgongdum, fyri at styrkja um rættar avgerðir í samband við starvssetanir.

VRG bjóðar í næstum skeið í starvssetan og samrøðuteknikki.

Skeiðið verður hildið yvir ein dag, frá kl. 9.00 til 16.00: 

Fá pláss eftir: 26. Januar 2012í Norðurlandahúsinum í Tórshavn Melda til!

Kostnaður: Luttøkukostnaðurin fyri skeiðið, er 2.550 kr. +mvg fyri hvønn persón, íroknað mat og tilfar.

Trýst her fyri at síggja: Skrá

 

Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri at melda til. Eru spurningar um skeiðini, kunnu tit ringja á tlf. 666600.  Melda til!


Verkætlanarleiðsla ein vaksandi arbeiðsháttur

Image- fyri framtakshugaða verkætlanarleiðaran

Eftirspurningurin eftir starvsfólki við royndum og førleikum innan verkætlanarleiðslu er alsamt vaksandi.

Eingin ivi er um, at hesin arbeiðs- og leiðsluháttur verður eitt av sterkt framtíðar arbeiðsamboð.

Verkætlanarleiðsla er ein sermerktur leiðsluháttur, har dentur verður lagdur á stýring eftir ítøkiligum málum, neyva ráðlegging, samskipan og ikki minst samskifti innan serligar karmar.

Verkætlanarleiðsla er ein hentur leiðsluháttur, tá arbeiðsumstøðurnar eru umskiftiligar, og vanligu arbeiðsgongdirnar ikki eru nøktandi.

Read more...
Balanced Scorecard loysn, sum gevur málbar úrslit

images/stories/CP_Scorecards_Measure1.pngHjá fyritøkum og stovnum er tað meira enn nakrantíð neyðugt, at hava klárar strategiir fyri at eydnast í einum støðugt meira alhemsgjørdum heimi.

Virkisráðgeving kann sum tann einasta fyritøkan í Føroyum, veita stovnum og fyritøkum eina sertifiseraða ráðgeving í Balanced Scorecard loysnum, har vit bæði hava vitanina til at menna eina burðardygga Balanseraða strategi,  og eisini hava sertifiseraðan førleika til at sjónliggera mál og avrik í mun til eina strategi / visjón.

Ring til okkum (tf. 666 600), og fá nærri kunning um hesa nýggju og slóðbrótandi tænastuna.

Lean í framleiðslu og í umsiting

Lean Manufacturing gevur munandi effektivari framleiðslu og umsitingimages/stories/Lean2.jpg
Hugtakið ”Lean” bleiv til fyrst í 90’unum, eftir at ein kanning av bilídnaðinum í USA, Evropa og Japan vísti nakrar týðandi munir í effektiviteti. ”Lean”,  sum kann umsetast til ”slonk” eyðkennir tey streymlinjaðu prinsippini, sum t.d. Toyota fyritøkurnar Japan hava nýtt  gjøgnum nógv ár – í staðin fyri tungu hópframleiðsluna, við stórum vørunøgdum á goymslu, sum áður eyðkendi amerikanskar bilframleiðarar.

Eitt týðandi eyðkenni við ”Lean framleiðslu/umsiting” er at fokus verður sett á at burturbeina óneyðugar og ikki-virðisøkjandi aktivitetir.

Read more...